Trælanípan & Bøsdalafossur (bólkatúrur)
Bøsdalafossur og Trælanípan
Leitisvatn er stórsta vatn í Føroyum. Tá gingið verður framvið hesum stóra vatninum, kann eis súgva allan vakurleikan og friðin til sín. Tá komið verður út á endan á vatninum, sæst Bøsdalafossur, ið er ein 30m høgur fossur, ið rennur beint niður í Atlanshavið. Eisini sæst Geitaskorudrangur.
Vit hava øll hoyrt søguna um Trælanípuna, eitt 142 metrar høgt berg, ið stendur beint upp úr havinum. Sagt verður, at navnið stavar frá víkingatíðini, tá trælir verður koyrdir út av eggini, tá teir ikki kundu nýtast meir.
Tá ein stendur ovast uppi á Trælanípuni, sæst, um veðrið loyvir tí, suðursíðan av Streymoy, Hesti, Koltur, Sandoy, Skúvoy og Suðuroy.
Prísur
Komi á ein túr við staðkendum ferðaleiðara, njóti vakra útsýnið og hoyri søgur um hvussu lívið var á oynni í gomlum døgum.
Bólkatúrar verða gjørdir tá minst 5 fólk eru í bólkinum, og boðast skal frá í seinasta lagið 24 tímar áðrenn túrurin byrjar.
Vaksin: 450kr
Børn 0-15 ár: Ókeypis
Les meira:
https://www.tralanipan.fo/
Travel blog
https://thetravelblog.at/faroe-islands-hike-sorvagsvatn-traelanipa/