Um Hiking

Jarðir eigur og rekur Hiking.fo, ið er við til at samskipa og framhaldandi menna ferðavinnutilboð kring landið.

Tann 1. apríl høvdu nevndirnar í Bóndafelag Føroya og Føroya Óðalsfelag felags fund, sum somuleiðis var stovnandi aðalfundur fyri smápartafelagið “Jarðir”. Hetta eitt felag, ið Føroya Óðalsfelag og Bóndafelag Føroya hava sett á stovn.

Endamál felagsins er at eiga og reka fast ogn, ferðavinnu, handil o.a. virksemi í hesum sambandi.

Føroya Óðalsfelag og Bóndafelag Føroya samstarva frameftir um at fáa betri og meiri skipaði viðurskiftir í samband við tí alsamt vaksandi ferðavinnuni, sum eisini sóknast eftir betri fyriskipan við eitt nú gongd í haga v.m.

Samband

Sp/f Jarðir
Biskupsstøðgøta 9
700 Klaksvík
Faroe Islands