Skúvoy - Niðan á Egg
Bólkatúrar
Prísur
900,00 DKK
Oyggj:
Skúvoy
Longd:
6 - 10 KM Túrur niðan á Egg í Skúvoy
Kom við niðan til Eggja í Skúvoy, hygg niður í lundalandið úti í Berg. Túrurin kann gangast av teimum flestu, og tekur uml. 4 tímar. Skúvoy er sera vøkur oyggj, við ríkum fuglalívið. Her er stórt lundaland, men eisini nógvur heiðafuglur, og sera nógvur skúgvur.
Á leiðini heimaftur leggja vit leiðina fram við søguliga Ólansgarð, har Sigmundur Brestirsson liggur grivin og har, ið mætu kapparnir Sjúrður Tollaksson og Leivur Øssursson stríddust.
Njót náttúruna og hoyr søguna.
Túrarnir verða týs-/miku- og hósdag frá mai til og við august. Min 5 pers. Max 15 pers. Tó kann skipast fyri størri ferðaløgum, eftir avtalu.
Hvar
Fráferð: Bryggjan í Skúvoy kl. 9.00
Prísur
900 DKK v/matpakka og kaffi/the.
Eisini er møguleiki at bíleggja mat eftir túrin eftir avtalu.
Bólkatúrar
Prísur
900,00 DKK
Veðrið nú
Bílegg ferðaleiðara
Hiking.fo
Mynd: Ari Samson
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Aðrir túrar
Feed and eat - Selatrað
795 DKK
Dunnesdrangar
450 DKK
Vatnsdalsvatn
598 DKK
Miðpunktið í Føroyum
595 DKK
Drangarnir - Teigarnir
600 DKK
Kallurin og Kópakonan
1.398 DKK