Oyrareingjagarður - bólkatúrur










Tak eina løtu úr gerandisdegnum og kom við bóndadóttrini á Oyrareingjagarði ein gongutúr í føroysku náttúruni við íblástri úr 700 ára gamla Seyðabrævinum. Á túrinum verður tú tikin við aftur í tíðina og fram til dagin í dag. Við hugtakandi søgu og sniði skipaðu føroyingar seyðahald og landbúnað, ið enn er í brúki.
Hvar og nær
Nær: Leygar og sunnudag kl. 11.00 (send fyrispurning um ynski er at sleppa aðrar dagar/tíðspunkt)
Hvar: Parkeringsplássi sunnanfyri Hundsarabotn
Longd: 4 tímar
Torleiki: Meðal
Tal av ferðandi: Min. 10 ferðandi
Kostnaður: 550,- pr.pers.
Vinarliga viðmerk í fyrispurninginum um áhugi er fyri at keypa: matpakka kr. 200,-, kaffi og søtt kr. 50,-, tote-bag kr. 169,- og regnskjól kr. 399,-
VØRULÝSING
Vit hittast á parkeringsplássinum sunnan fyri Hundsarabotn og ganga niðan á søguliga Brynjumannaborð. Haðani ganga vit eftir gomlu oyggjargøtuni suður til Langaregn, har Oyggjarvegurin bleiv samanbundin.
Vit ganga niðan við vøkru Skeiðsá, niðan í Koppin og upp á Stall, ið liggur millum risarnar Skæling og Sornfelli. Har njóta vit stórsligna útsýnið út í hav og yvir á Trøllkonufingur.
Hoyr søguna um hendingaríku miðjuna í Føroyum og njót ein betri bita av Oyrareingjagarði. Eg fari at greiða frá hví Seyðabrævið kom, hvussu Oyrareingjagarður varð til og enn í dag byggir á partar av Seyðabrævinum, um forkunnugar vitjanir á garðinum ígjøgnum tíðirnar, dagliga lívinum í haganum umframt søguligum støðum sum Hórisgøtu.
Talan er um ein pakkatúr við støði í 10 ferðandi. Túrurin er ætlaður bæði føroyingum og ferðafólki.
Møguleiki er at tillaga túrarnar. Skriva til marka@marka.fo ella ring til Margrit Debess á 591500 fyri at vita meira.
Veðrið nú
Bílegg ferðaleiðara
