Oyrareingjagarður - bólkatúrur

Send fyrispurning
Oyggj:
Streymoy
Torleikastig:
Miðaltúrur
Longd:
2 - 5 KM
Á FERÐ VIÐ BÓNDADÓTTRINI

Tak eina løtu úr gerandisdegnum og kom við bóndadóttrini á Oyrareingjagarði ein gongutúr í føroysku náttúruni við íblástri úr 700 ára gamla Seyðabrævinum. Á túrinum verður tú tikin við aftur í tíðina og fram til dagin í dag. Við hugtakandi søgu og sniði skipaðu føroyingar seyðahald og landbúnað, ið enn er í brúki. 

Hvar og nær

Nær: Leygar og sunnudag kl. 11.00 (send fyrispurning um ynski er at sleppa aðrar dagar/tíðspunkt)
Hvar: Parkeringsplássi sunnanfyri Hundsarabotn
Longd: 4 tímar
Torleiki: Meðal
Tal av ferðandi: Min. 10 ferðandi
Kostnaður: 550,- pr.pers.

Vinarliga viðmerk í fyrispurninginum um áhugi er fyri at keypa: matpakka kr. 200,-, kaffi og søtt kr. 50,-, tote-bag kr. 169,- og regnskjól kr. 399,-

VØRULÝSING

Vit hittast á parkeringsplássinum sunnan fyri Hundsarabotn og ganga niðan á søguliga Brynjumannaborð. Haðani ganga vit eftir gomlu oyggjargøtuni suður til Langaregn, har Oyggjarvegurin bleiv samanbundin.

Vit ganga niðan við vøkru Skeiðsá, niðan í Koppin og upp á Stall, ið liggur millum risarnar Skæling og Sornfelli. Har njóta vit stórsligna útsýnið út í hav og yvir á Trøllkonufingur.

Hoyr søguna um hendingaríku miðjuna í Føroyum og njót ein betri bita av Oyrareingjagarði. Eg fari at greiða frá hví Seyðabrævið kom, hvussu Oyrareingjagarður varð til og enn í dag byggir á partar av Seyðabrævinum, um forkunnugar vitjanir á garðinum ígjøgnum tíðirnar, dagliga lívinum í haganum umframt søguligum støðum sum Hórisgøtu.

Talan er um ein pakkatúr við støði í 10 ferðandi. Túrurin er ætlaður bæði føroyingum og ferðafólki.

Møguleiki er at tillaga túrarnar. Skriva til marka@marka.fo ella ring til Margrit Debess á 591500 fyri at vita meira.

Send fyrispurning

Veðrið nú

Norðradalsskarð 11,6 m/s 8,2° Útsynningur 13,4 m/s 14:20

Bílegg ferðaleiðara

Hiking.fo

Mynd: Ari Samson
Fá óbindandi prís
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Send fyrispurning

Aðrir túrar

Feed and eat - Selatrað

795 DKK
Les meira

Saksun - Magnusarrók, Skoradalur og Lógv

1.200 DKK
Les meira

Siglitúr runt Nólsoynna at síggja lunda

895 DKK
Les meira

Niðan á Tyril og Trælavatn

550 DKK
Les meira

Siglitúr runt um Drangarnir

995 DKK
Komið við ein ógloymandi siglitúr runt um kendu Drangarnar.
Les meira

Vatnsdalsvatn

598 DKK
Les meira
Vís fleiri