Saksun - Magnusarrók, Skoradalur og Lógv
Nær og hvar
Nær: Frá 1. apr til 23. sept
Møtistað: Við Svartá í Saksun
Luttakarar: Millum 5 - 15 luttakarar
Aldursmark: 15 ár
Longd: 10 KM. Túrurin tekur um 6 tímar.
Prísur: 1200 DKK per person
Eftir túrin er møguleiki at keypa kaffi og vafflur frá bóndakonuni á Dúvugørðum. (65kr)
Um
Kom við á ein eksklusivan og óvanligan túr í vøkru náttúruni í Saksun. Saman við royndum ferðaleiðara verður tú trygt leidd/ur gjøgnum stórbæru náttúruna og fært útyvir tað frálíka fjølbroytta útsýnið eisini notið friðin og djóra-og fuglalívið í økinum.
Túrurin byrjar í Saksun við Svartá. Gingið verður niðanfrá, uppi yvir Pollinum og Ósanum. Útsýnið her er forkunnugt tí herfrá sæst Pollurin, Gellingará og Ósin frá øðrum vinkli enn man vanliga sær. Síðanin verður gingið gjøgnum Gróvdal, har frálíkt útsýnið er yvir Lónna. Harfrá gongur leiðin vestur móti Skoradali og út á Magnusarrók (466m), har útsýnið suður í Skoranar og norður í Høvdan er fantastiska vakurt.
Komin oman í Skoradal verður gingið inn móti Lónni framvið Rangagjógv. Steðgað verður á, á sandinum áðrenn gingið verður framvið Ósanum og Pollinum niðan aftur í bygdina.
Ferðaleiðarar: Gurið Lómfelli +298251348 og Irdi Jacobsen +298523100