Hornið - Eiði

Send fyrispurning
Oyggj:
Eysturoy
Torleikastig:
Tungur túrur

Túrurin byrjar av ovaru Fitjum og gingið verður í ein landnorðing niðan á Skoragøtu. Haðani sæst stóri dalurin við Foldarskarði innast og Svínabotnum høgru handa. Dalurin hevur sum so onki navn, men eiðisfólk, sum eiga hann, siga:” Norðuri á Dal”.

Gingið verður síðani inn um Gráubrúgv, niðan undir Slætnabrúnna og síðani niðan í Hornið. Útsýnið av Horninum kann illa lýsast við orðum, tað má man síggja. Ógvuliga stórbart er úti á hesum nabba, sum liggur millum Eiðisdal og Ambadal.

Á dalinum búleikast ymisk fuglasløg, men ein hin mest eyðsýndi, man vera skúgvurin, sum ikki altið er so glaður fyri vitjan.

 

Túrurin er uml 9-11km

Talan er um tungan túr, sum tekur uml 6 tímar

Túrurin kostar 600kr fyri hvønn og verður túrurin bert gjørdur, um 6 pers ella fleiri tekna seg.

Gingið verður hvønn leygardag frá 1/5 – 23/9.

Send fyrispurning

Veðrið nú

Norðskálatunnilin 2,4 m/s 9,4° Sunnan 4,0 m/s 04:25

Bílegg ferðaleiðara

Hiking.fo

Mynd: Ari Samson
Fá óbindandi prís
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Send fyrispurning

Aðrir túrar

Drangarnar og Múlafossur - Siglitúrur

650 DKK
Les meira

Dunnesdrangar

450 DKK
Les meira

Siglitúr runt um Drangarnir

995 DKK
Komið við ein ógloymandi siglitúr runt um kendu Drangarnar.
Les meira

Mykines

400 DKK
Les meira

Saksun - Heimariheyggjur

600 DKK
Les meira

Niðan á Tyril og Trælavatn

550 DKK
Les meira
Vís fleiri