Mykines - Burðardygg ferðavinna
Burðardygg ferðavinna í Mykinesi framyvir
í Mykinesi hava tey sett skjøtul á arbeiði við at skipa ferðavinnuna á burðardyggari hátt. Hetta verður gjørt fyri at verja nátturðu, fugla- og djóralívið og ikki minst við atliti til fólkið í oynni, sum verða ávirkaði av nógvu ferðafólkunum, ið koma í oynna. Hagapartarnir og Visit Vágar hava í eina tíð arbeitt við at finna ein leist og grunnurin hevur sett verkætlanarfólk (Sóley Kerlok), sum saman við grunninum, avvarðandi pørtum, og við sparring frá Visit Vágar, fer at arbeiða fram ímóti einari langtíðarloysn. Ein loysn sum skipar viðurskiftini í einari pakkaloysn við góðkendum føroyskum ferðaleiðara v.m. og í hesum sambandi verður skipað fyri staðbundnum ferðaleiðaraskeiði í apríl 2023. Nærri kunning um skeiði og kostnaði annars kemur seinni. Hetta arbeiði fer í gongd beinanvegin í nýggja árinum og verður væntandi liðugt í seinasta lagi í mars mánað.
Blíðar heilsanir
Hagapartarnir í Mykinesi
Veðrið nú
Bílegg ferðaleiðara
