Dunnesdrangar

Bólkatúrar
Vel dagfesting
Keyp
Prísur 450,00 DKK
Send fyrispurning
Oyggj:
Vágar
Torleikastig:
Lættur túrur
Longd:
2 - 5 KM

Niðan á Egg - bergtakandi útsýni yvir Sørvágsbjørgini og Dunnesdrangarnar

Túrurin byrjar Uppi á Mýrum í Sørvági - beint við barnagarðin Alvalon. Ferðaleiðarin bjóðar øllum vælkomin og greiður stutt frá um túrin, áðrenn fari verður til gongu. Túrurin er ein sera lættur túrur, sum so at siga øll kunnu ganga.

Steðga verður av og á, har ferðaleiðarin greiður frá søgum úr nærumhvørvinum.

Komin niðan verður gingið fram við Egg, har útsýnið yvir Sørvágsbjørgini og Dunnesdrangarnar er bergtakandi vakurt.

Hóast túrurin er ein lættur túrur, verður viðmælt at vera í góðum gonguklæðum og skóm.

Heitt verður á ferðafólkini, um at ansa eftir náttúruni, seyðinum og djóralívinum. Hagin er fyrst og fremst bit og tilvakstrarstað hjá seyðinum og øðrum djóralívið við. Tí er umráðandi, at tey sum ganga í haganum
halda seg til gøturnar og ansa eftir at órógva seyðin og náttúruna sum minst.

Skipað verður fyri hesum túri 6 ferðir um vikuna:

Mánadag kl. 10.00
Mikudag kl. 10.00
Fríggjadag kl. 10.00

Túrurin er 2 tímar og 30 min.

Min. 4 ferðandi - Max. 20 ferðandi

Ferðaleiðari er Arnjohn Hvítklett tlf +298 211105

Bólkatúrar
Vel dagfesting
Keyp
Prísur 450,00 DKK
Send fyrispurning

Veðrið nú

Vatnsoyrar 2,4 m/s 5,4° Norðan 5,2 m/s 21:39

Bílegg ferðaleiðara

Hiking.fo

Mynd: Ari Samson
Fá óbindandi prís
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Send fyrispurning

Aðrir túrar

Trælanípan & Bøsdalafossur (bólkatúrur)

450 DKK
Ynskja tit ein bólkatúr við ferðaleiðara út á Trælanípuna? Sendi okkum ein fyrispurning.
Les meira

Enniberg (Villingadalsfjall)

600 DKK
Enniberg er hægsta forberg í Føroyum og millum tey hægstu í Evropa
Les meira

Siglitúr - Dunnesdrangar

760 DKK
Les meira

Kvøldartúr í Mykinesi

2.900 DKK
v/yvirnátting
Les meira

Miðpunktið í Føroyum

595 DKK
Les meira

Oyrareingjagarður - bólkatúrur

550 DKK
Á FERÐ VIÐ BÓNDADÓTTRINI
Les meira
Vís fleiri