Niðan á Altari - Rustin

Send fyrispurning
Oyggj:
Eysturoy
Torleikastig:
Lættur túrur
Longd:
6 - 10 KM

Ein túrur niðan á Skarð, ið liggur millum Fuglafjørð og Hellurnar og víðari niðan á Altarið/Rustakamb er altíð góður.

Nærum øll kunnu ganga túrin – ung, sum eldri - og í nærum øllum veðri. Varðarnir eru so vakurt lagaðir av ungdómum í bygdini fyri longu nógvum árum síðani, og gøtan er góð at ganga.

Hvat kann man uppliva á einum túri niðan á Skarð?

Minst til at venda tær á og síggj vakurleikan, tá tú gongur niðan úr bygdini. Føgru, høgu fjøllini, sum umgirða Fuglafjørð, er sera vakurt. So gongur tú niðan á Rossarygg, niðan undir Botnsbrúgv og síðani niðan í Botn. Har liggur Malunarhav, ið vigar 176 kg og vísir okkum á eina farna tíð, sum eisini kann læra okkum nógv í dag. Haðani niðan til stóru varðarnar heilt uppi á Skarðinum. Frá Skarðinum kanst tú fara niðan á Háls at síggja Góðadal og Kalsoynna við flottu Nestindum.

Á túrinum niðan á Skarð er eisini nógv grót at síggja. Har eru steinar við sera ymiskum vøkstri og liti. Ein kendur steinur er Sukurmolin. Nokk bert kallaður Sukurmolin, tí hann er so fýrakantaður. Vit síggja vøkru steinarnar við skóni og steinamosa. Fyrr brúktu tey steinamosa og skónir at lita við. Hagin og fjøllini eru beint rundan um okkum. Vit fáa fríska luft, hoyra fuglaljóð, síggja vakrar og ymsar litir – alt eftir hvør árstíðin er. Løturnar í haganum eru altíð dýrabærar og rein terapi fyri sál og sinn. Njótið løtuna. Andið inn. Hyggið rundanum tykkum. Gevið tykkum far um tað, sum tit síggja, ímeðan tit ganga. Føroyar - og ikki minst Fuglafjørður - eru einastandandi vakrar.

Send fyrispurning

Veðrið nú

Kambsdalur 10,2 m/s 3,6° Eystan 23,8 m/s 05:39

Bílegg ferðaleiðara

Hiking.fo

Mynd: Ari Samson
Fá óbindandi prís
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Send fyrispurning

Aðrir túrar

Dagstúr til Mykinesar - gerandisdagar

1.900 DKK
Galdandi 1. mai - 1. september
Les meira

test

50 DKK
Les meira

Vatnsdalsvatn

598 DKK
Les meira

Saksun - Heimariheyggjur

600 DKK
Les meira

Teigarnir - Drangarnir

600 DKK
Teigarnir - Drangarnir
Les meira

Kom við á fjall 8. juli

575 DKK
Á Viðareiði
Les meira
Vís fleiri