Floksmannadagur 2021

Bólkatúrar
Vel dagfesting
Keyp
Prísur 1.995,00 DKK
Send fyrispurning
Oyggj:
Fugloy
Torleikastig:
Lættur túrur
Longd:
2 - 5 KM
Ein serlig náttúru, mat- og mentunaruppliving í Hattarvík, í fótasporum Floksmanna.

Hugskotið eiga Gutti Winther og Símun Gullaksen, og er hetta ein avleiðing av samstarvi teirra í  “Spískamarið” í 2014, har tað millum annað varð borðreitt við langtíðarstoktum lambskjøti, sum varð niðurgrivið og stokt í 4 til 5 tímar undir jørð.
Túrurin byrjar í Hvannasundi kl. 08:45 har ferðast verður við “Rituni” til Hattarvíkar. Túrurin tekur uml. 1 tíma og 15 minuttir og er møguleiki at njóta Viðoy, Svínoy og Fugloy frá sjónum.
Komin til Hattarvíkar, verður fari í land á Trøllagjónni, har vertirnir takað ímóti og kósin verður sett beinleiðis til teigar floksmanna, við liðuna av Bakkahjallinum, har kynt verður undir bálinum alt fyri eitt.
Síðani verður borðreitt við einum mergjaðum morgunmati, har serføroyskur viðskeri er á matarlepanum., ræstkjøt, rullipylsa, kjøtpylsa, egg, sild vm. - alt úr tí serføroyska kovanum verður notið.
Eftir hetta verður ein gongutúrur niðan á Eystfelli. Gingið verður niðan á Knúk og síðani allan vegin fram við eggini. Hugt verður omanyvir Bispin (Stapan) og niður í Leypurskorð, har bert tann eini veðrurin húsast. Á eggini verður skerpikjøt og okkurt gott afturvið. Framhaldandi verður gingið oman ígjøgnum Líðina og inn í Uppistovugarðin. Hesin túrur tekur uml. 3 tímar. Á túrðinum verða ferðaleiðarar og hjálparfólk og greitt verður frá ymiskum søguligum á vegnum.
Komin oman úr haga, verða gestirnir móttiknir av kokkinum og verða annars við til at grava máltíðina upp og borðreiða. Afturvið verða føroyskt framleiddir snapsir og serlig bryggja Floksmannabjór frá Føroya Bjór, sum inniheldur ymiskar góðar urtir úr Eystfellinum.
Undir borðhaldinum verður undirhald, tónleikur og frásøgur, umframt at søgufrøðingur kemur at hugleiða eitt sindur um serliga føroyska matmentan.
Eftir borðhaldi verður fari uppá gólv, og luttaka góð kvæðafólk í ringinum.
Best er, um fólk hava ein lítlan ryggsekk við, góð uttandurða klæðir og góðar skógvar til hagatúrðin.

Fráferð verður úr Hattarvík uml. kl. 19:45 við “Rituni”.

Aldursmark 18 ár.
 
Kostnaður er 1.995,00 kr. pr. persón

​Luttøkan er avmarkað til 75 luttakarar.

Íroknað kostnaðin er:

Ferðaseðlakostnaður við "Rituni" fram og aftur
Allur matur og drekkivørur
Undirhald
Ferðaleiðarar vm.

Møguleiki er eisini fyri at bíleggja sær pláss við leigubussinum, sum fer av Farstøðini í Havn kl. 07:00 og heintar fólk ávegis norður til Hvannasund. Hesin bussur koyrir aftur til Havnar við komu til Hvannasunds eftir tiltakið og syrgir fyri at øll koma uppá pláss.
Kostnaðurin fyri hetta er kr. 200,00

Bólkatúrar
Vel dagfesting
Keyp
Prísur 1.995,00 DKK
Send fyrispurning

Veðrið nú

Dalavegur til Viðareiðis 5,9 m/s 8,6° Landsynningur 12,0 m/s 08:50

Bílegg ferðaleiðara

Hiking.fo

Mynd: Ari Samson
Fá óbindandi prís
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Send fyrispurning

Aðrir túrar

Slættaratindur

598,00 DKK
Slættaratindur 882m
Les meira

Mykineshólmur the Lighthouse

450,00 DKK
Mykineshólmur Due to high demand on the route to Mykines it's recommended to buy tickets for the ferry as quick as possible. Buy tickets at www.mykines.fo.
Les meira

Enniberg (Villingadalsfjall)

550,00 DKK
Enniberg er hægsta forberg í Føroyum og millum tey hægstu í Evropa
Les meira

Kallurin

448,00 DKK
Kallurin
Les meira

Kaldbak - Signabøur

660,00 DKK
A guided tour from the old Viking-village of Kaldbak to Signabøur.
Les meira

Út á Draga (Eingilskmannahúsið)

598,00 DKK
Út á Draga (Eingilskmannahúsið)
Les meira
Vís fleiri