Kvinnutúrur 2020

Bólkatúrar
Vel dagfesting
Keyp
Prísur 895,00 DKK
Send fyrispurning
Oyggj:
Eysturoy
Torleikastig:
Miðaltúrur
Longd:
6 - 10 KM
Nú er aftur møguleiki at koma vid á hin vælumtókta kvinnutúrin, sum verdur 22. aug.

Túrurin gongur gjøgum hesar bygdir: Funningsfjørður - Elduvík - Oyndafjørður - Hellurnar - Fuglafjørður.

Sjálvan amerikanska tjóðardagin 4. juli, verður skipað fyri einum heldur serligum gongutúri fyri allar kvinnur í Føroyum. Túrurin fevnir um heilar 5 bygdir í Eysturoynni. Túrurin er lættur at ganga, men drúgvur.

Vit byrja at ganga úr Funningsfirði 4. juli kl 9, har góðar umstøður at seta bilin á kaiini (við plattavirkið). 

Fyrsti teinurin ímóti Elduvík, er eitt sindur stravin. Men tá komið er upp á høvdina, er bert valla lendi oman gjøgnum dalin heilt til bygdina. Í einum neysti í Elduvík, verður borreitt við breyði við føroyskum viðskerða, kaffi, te og vatn.  

Í Elduvík eru fleiri søgur og gamlar hendinga at tríva í, t.d. um lívið í gomlum døgum, tá líkkisturnar skuldu berast til Oyndafjarðar áðrenn kirkjugarðurin kom í Elduvík.

Síðan verður hildið áfram til Oyndafjarðar. Har á leiðini, verður drekkamunnur og heimabaka skuffukøka at fáa. Og víðari eftir vegnum til Hellurnar, har møguleiki verður at fáa frukt og vatn, aðrenn fari verður víðari. Seinasta strekkið á túrinum er úr Hellunum til Fuglagjarðar.

Í Fuglafirði verður aftur okkurt til matna, aðrenn bussurin koyrir okkum aftur til Funningsfjørð.

Tveir ferðaleiðarar eru við á túrinum. Ein gongur fremst og ein aftast.

Torleikastig: hetta er ein miðal túrur, tó skal leggjast dentur á, at hetta er ein drúgvur túrur uml 6 - 8 tímar.

 

Bólkatúrar
Vel dagfesting
Keyp
Prísur 895,00 DKK
Send fyrispurning

Veðrið nú

Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin 5,9 m/s 10,8° Landsynningur 8,1 m/s 09:35

Bílegg ferðaleiðara

Hiking.fo

Mynd: Ari Samson
Fá óbindandi prís
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Send fyrispurning

Aðrir túrar

Mykineshólmur the Lighthouse

450,00 DKK
Mykineshólmur Due to high demand on the route to Mykines it's recommended to buy tickets for the ferry as quick as possible. Buy tickets at www.mykines.fo.
Les meira

Enniberg (Villingadalsfjall)

550,00 DKK
Enniberg er hægsta forberg í Føroyum og millum tey hægstu í Evropa
Les meira

Eiðiskollur

495,00 DKK
Eiðiskollur er hálvoyggj norðast í Eysturoynni og verjir gomlu landnamsbygdina Eiði fyri høgættini.
Les meira

Kallurin

448,00 DKK
Kallurin
Les meira

Trælanípan & Bøsdalafossur waterfall

200,00 DKK
This hike takes you to Slave Cliff and Bøstalafossur. The name dates back to the Viking Age, where disobedient slaves were pushed off the mountain straight to their death.
Les meira

Stakkurin Tjørnuvík

850,00 DKK
Stakkurin
Les meira
Vís fleiri