Syðradalur - Blankskáli

Send fyrispurning
Oyggj:
Kalsoy
Torleikastig:
Tungur túrur
Longd:
6 - 10 KM
Blanksálagarður bjóðar gongutúrar av Syðradali K. til Blankskála.

Blankskáli er avtoftað bygd sunnarlaga á vestursíðuni á Kalsoynni. Eitt skalvalop í 1809 gjørdi, at
fólkini tóku avgerð um at flyta bygdina eysturum til Syðradals.

Túrurin byrjar á ferjuleguni á Syðradali K., har strandfaraskipið Sam leggur at kl. 10.20. Farið
verður niðan í bygdina, niðan í Dalin, upp um Eggina og oman til avtoftaða staðin Blankskála,
Steðgað verður við toftirnar, har sagt verður frá, og ein matpakki við viðskera av garðinum, sum
bóndakonan Hennibeth Kalsø hevur gjørt, verður notin.

Síðan verður gingið eysturum eftir Lykkunargøtu um Galvin til Syðradals, har túrurin endar um
fýratíðina. Sam siglir av Syðradali kl. 17.35.

Bjørn Kalsø, bóndi verður ferðaleiðari. Á ferðini verður tað Bjørn Kalsø, sum er sjeyndi bóndin í røðini á Blankskálagarði síðan skalvalopið, ið verður ferðaleiðari og frásøgumaður. Synir verða eisini við at siga frá og hjálpa til á túrinum. Blankskálagarður hevur verið í somu familju í yvir 400 ár.

Túrurin er tungur, torførur og tekur millum 5 og 6 tímar.
Túrar verða gjørdir 30. mai, 13. juni og 27. juni. Kostnaður: Vaksin 695,00 kr, børn undir 15 ár 300,00 kr.

At leggja afturat: Umframt nevndu túrar ber til at gera avtalu við bóndhjúnini um aðrar styttri og longri túrar í
haganum eftir ynski. Bjørn Kalsø, bóndi tlf. 555065 og Hennibeth Kalsø, bóndkona tlf. 217099

Øll fyrivarni í sambandi við korona smittuna verða tikin. Tí verður talið av ferðandi avmarkað til 10 hvønn túrin.

Send fyrispurning

Veðrið nú

Bílegg ferðaleiðara

Pól Sundskarð

Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík. Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum. Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól. Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Fá óbindandi prís
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Send fyrispurning

Aðrir túrar

Syðradalur - Blankskáli

695,00 DKK
Blanksálagarður bjóðar gongutúrar av Syðradali K. til Blankskála.
Les meira

Mykineshólmur

450,00 DKK
Mykineshólmur Due to high demand on this route to Mykines it's recommended to buy the ferry tickets a.s.a.p mykines.fo
Les meira

Villingadalsfjall og Nakkurin (Enniberg)

748,00 DKK
Villingadalsfjall og Nakkurin (Enniberg)
Les meira

Út á Draga (Eingilskmannahúsið)

598,00 DKK
Út á Draga (Eingilskmannahúsið)
Les meira

Slættaratindur

598,00 DKK
Slættaratindur 882m
Les meira

Teigarnar Drangarnar

550,00 DKK
Teigarnar Drangarnar
Les meira
Vís fleiri