Eiðiskollur

Send fyrispurning
Oyggj:
Eysturoy
Torleikastig:
Lættur túrur
Longd:
2 - 5 KM
Besta ætt:
Eystan
Eiðiskollur er hálvoyggj norðast í Eysturoynni og verjir gomlu landnamsbygdina Eiði fyri høgættini.

Útsýnið av Kollinum er serstakt. Opið hav, og fyri eystan og vestan síggjast landoddarnir á hinum oyggjunum. Eisini sæst niður á tey bæði “Risan og Kellingina”, sum eisini eru kend úr søgnini.

Kollurin er serligur, tá tosað verður um gróður, og er tað tí, at har beitir ikki seyður um summarið. Tí sæst gróður har, sum annars ikki sæst í høgum flest kring um í Føroyum.

Nógv ymisk sløg av fugli eiga eisini har m.a. havhestur, lundi, tjógvi, tjaldur, spógvi, kráka, ravnur, æða, teisti, álka, skarvur, villgás og ymisk másasløg.

Túrurin er lættur og er áleið 5 km. Prísur fyri hvønn einstakan er kr 500, men túrurin verður einans gjørdur, um fleiri enn 5 ferðafólk koma við. Túrarnir verða gjørdir mánadag og leygardag kl 12, og frá 1/5 til 23/9.

Gingið verður frá kirkjuni, og túrurin endan á sama stað.

Send fyrispurning

Veðrið nú

Gjáarskarð 13,7 m/s 1,4° Norðan 20,4 m/s 16:20 Norðskálatunnilin 12,6 m/s 3,2° Útnyrðingur 22,4 m/s 16:20

Bílegg ferðaleiðara

Hiking.fo

Mynd: Ari Samson
Fá óbindandi prís
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Send fyrispurning

Aðrir túrar

Siglitúr runt Nólsoynna at síggja lunda

895 DKK
Les meira

Drangarnar og Múlafossur - Siglitúrur

650 DKK
Les meira

Niðan á Tyril og Trælavatn

550 DKK
Les meira

Kvøldartúr í Mykinesi

2.900 DKK
v/yvirnátting
Les meira

Hornið - Eiði

600 DKK
Les meira

Skúvoy - Niðan á Egg

900 DKK
Les meira
Vís fleiri