Eiðiskollur

Send fyrispurning
Oyggj:
Eysturoy
Torleikastig:
Lættur túrur
Longd:
2 - 5 KM
Besta ætt:
Eystan
Eiðiskollur er hálvoyggj norðast í Eysturoynni og verjir gomlu landnamsbygdina Eiði fyri høgættini.

Útsýnið av Kollinum er serstakt. Opið hav, og fyri eystan og vestan síggjast landoddarnir á hinum oyggjunum. Eisini sæst niður á tey bæði “Risan og Kellingina”, sum eisini eru kend úr søgnini.

Kollurin er serligur, tá tosað verður um gróður, og er tað tí, at har beitir ikki seyður um summarið. Tí sæst gróður har, sum annars ikki sæst í høgum flest kring um í Føroyum.

Nógv ymisk sløg av fugli eiga eisini har m.a. havhestur, lundi, tjógvi, tjaldur, spógvi, kráka, ravnur, æða, teisti, álka, skarvur, villgás og ymisk másasløg.

Túrurin er lættur og er áleið 5 km. Prísur fyri hvønn einstakan er kr 500, men túrurin verður einans gjørdur, um fleiri enn 5 ferðafólk koma við. Túrarnir verða gjørdir mánadag og leygardag kl 12, og frá 1/5 til 23/9.

Gingið verður frá kirkjuni, og túrurin endan á sama stað.

Send fyrispurning

Veðrið nú

Gjáarskarð 8,3 m/s 7,2° Norðan 10,6 m/s 06:24 Norðskálatunnilin 1,7 m/s 9,4° Landnyrðingur 3,0 m/s 06:20

Bílegg ferðaleiðara

Hiking.fo

Mynd: Ari Samson
Fá óbindandi prís
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Send fyrispurning

Aðrir túrar

Niðan á Altari - Rustin

400 DKK
Les meira

Dunnesdrangar

450 DKK
Les meira

Mykines - Dagstúrur gerandisdagar

1.900 DKK
Galdandi 1. mai - 1. september
Les meira

Niðan á Tyril og Trælavatn

550 DKK
Les meira

Oyrareingjagarður - bólkatúrur

550 DKK
Á FERÐ VIÐ BÓNDADÓTTRINI
Les meira

Múlafossur / Drangarnir - Ferry tour

500 DKK
Les meira
Vís fleiri