Hattarvík (starvsfólka- og bólkatúrar)

Send fyrispurning
Oyggj:
Fugloy
Torleikastig:
Lættur túrur
Vit bjóða okkum til at fyriskipa starvsfólkaútferð ella bólkaútferð í Hattarvík á Fugloynni. Bólkar mugu í minsta lagi telja 15 fólk.

Vitja Hattarvík á Fugloynni.

Farið verður úr Hvannasundi kl. 08:45 við "Rituni" til Fugloyar, Hattarvík. Túrurin tekur uml. 1 tíma og 15 minuttir.

Byrjað verður við morgunmati.

Eftir hetta, verður tað so ein gongutúrur niðan á Eystfelli við staðkendum ferðaleiðara, sum somuleiðis vísir á og greiðir frá um støð, søgur og sagnir. Øll fáa ein góðan matpakka við. Hesin túrur tekur uml. 2 tímar og er rímuliga lættur at ganga.

Komin oman úr haga, verður borðreitt við súpan, te og kaffi

Ávegis oman á lendingina, Trøllagjógv, verður ein frásøgutúrur í bygdini, fyri at vitja áhugaverd støð vm.

Fráferð við Rituni til Hvannasund er uml. kl. 16:00 og er mett koma til Hvannasunds uml. kl. 17:30.

 

Kostnaður:

Kostnaður pr. persón, íroknað morgunmatur, matpakki, súpan, drekkivørur, ferðaleiðari og ferðakostnaður við Rituni tilsamans kr. 695,-

 

Neyðugt er at taka hædd fyri veðurlíkindum.

Send fyrispurning

Veðrið nú

Klaksvík 5,2 m/s 6,2° Landsynningur 8,0 m/s 11:55

Bílegg ferðaleiðara

Hiking.fo

Mynd: Ari Samson
Fá óbindandi prís
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Send fyrispurning

Aðrir túrar

Siglitúr runt um Drangarnir

995 DKK
Komið við ein ógloymandi siglitúr runt um kendu Drangarnar.
Les meira

Vatnsdalsvatn

598 DKK
Les meira

Saksun - Magnusarrók, Skoradalur og Lógv

1.200 DKK
Les meira

Hornið - Eiði

600 DKK
Les meira

Dunnesdrangar

450 DKK
Les meira

Drangarnir - Teigarnir

600 DKK
Teigarnir - Drangarnir
Les meira
Vís fleiri