Hattarvík (starvsfólka- og bólkatúrar)













Vitja Hattarvík á Fugloynni.
Farið verður úr Hvannasundi kl. 08:45 við "Rituni" til Fugloyar, Hattarvík. Túrurin tekur uml. 1 tíma og 15 minuttir.
Byrjað verður við morgunmati.
Eftir hetta, verður tað so ein gongutúrur niðan á Eystfelli við staðkendum ferðaleiðara, sum somuleiðis vísir á og greiðir frá um støð, søgur og sagnir. Øll fáa ein góðan matpakka við. Hesin túrur tekur uml. 2 tímar og er rímuliga lættur at ganga.
Komin oman úr haga, verður borðreitt við súpan, te og kaffi
Ávegis oman á lendingina, Trøllagjógv, verður ein frásøgutúrur í bygdini, fyri at vitja áhugaverd støð vm.
Fráferð við Rituni til Hvannasund er uml. kl. 16:00 og er mett koma til Hvannasunds uml. kl. 17:30.
Kostnaður:
Kostnaður pr. persón, íroknað morgunmatur, matpakki, súpan, drekkivørur, ferðaleiðari og ferðakostnaður við Rituni tilsamans kr. 695,-
Neyðugt er at taka hædd fyri veðurlíkindum.
Veðrið nú
Bílegg ferðaleiðara
