Haldórsvík - Víkartindur

Bólkatúrar
Vel dagfesting
Keyp
Prísur 548,00 DKK
Send fyrispurning
Oyggj:
Streymoy
Torleikastig:
Miðaltúrur
Longd:
6 - 10 KM
Haldórsvík - Víkartindur

Túrurin byrjar í bygdini Haldórsvík, ið liggur norðalaga á Streymoynni. Í Haldórsvík finna vit sjáldsamu áttahyrntu kirkjuna, sum er tann einasta av sínum slagi í Føroyum. Listamaðurin, Torbjørn Olsen, málaði í 1996 forvitnisliga og nýskapandi altartalvuna til kirkjuna. Myndevni er ‘hin seinasta kvøldmáltíðin’.

Saman við ferðaleiðaranum verður gingið niðan á Línastíggj. Har verður ein lítil steðgur og møguleiki at njóta vøkru náttúruna við m.a. eyðkendu laðingunum í Vík og Slættaratindi, sum er hægsta fjall í Føroyum.

Síðani verður gingið eftir gomlu Saksunargøtuni niðan móti Víkatindi. Um viðrar, ber til at koma niðan á sjálvan tindin, haðan útsýnið er ótrúliga vakurt. Víkatindur hevur skap sum ein pyramida, og tí er útsýnið fyrimyndarligt í allar ættir. Til ber at síggja út á Lónna, suður á Gívrufellið, eystur á Slættaratind og norður í flógvan.

Uppi við Víkatind verður steðgað á eina løtu. Til ber at fáa sær ein bita ella bara njóta vakra landslagið – og friðin. 

Á veg omanaftur verður gingið fram við Víkavatni. Vatnið úr Víkavatnið rennir oman í Fossá, sum er hægsti fossurin í Føroyum. Túrurin endar niðri við Fossá, har tað ber til at keypa sær kaffi og okkurt gott afturvið.

Túrurin er miðaltungur.

6-8 km.

Bólkatúrar
Vel dagfesting
Keyp
Prísur 548,00 DKK
Send fyrispurning

Veðrið nú

Bílegg ferðaleiðara

Pól Sundskarð

Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík. Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum. Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól. Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Fá óbindandi prís
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Send fyrispurning

Aðrir túrar

Tjørnuvík - Saksun

548,00 DKK
Tjørnuvík to Saksun
Les meira

Út á Draga (Eingilskmannahúsið)

598,00 DKK
Út á Draga (Eingilskmannahúsið)
Les meira

Haldórsvík - Víkartindur

548,00 DKK
Haldórsvík - Víkartindur
Les meira

Teigarnar Drangarnar

550,00 DKK
Teigarnar Drangarnar
Les meira

Villingadalsfjall og Nakkurin (Enniberg)

748,00 DKK
Villingadalsfjall og Nakkurin (Enniberg)
Les meira

Mykineshólmur

450,00 DKK
Mykineshólmur Due to high demand on this route to Mykines it's recommended to buy the ferry tickets a.s.a.p mykines.fo
Les meira
Vís fleiri