Gjógv-Ambadalur, framvið Eggini niðan á Háls og oman í Ambadal

Bólkatúrar
Vel dagfesting
Keyp
Prísur 448,00 DKK
Send fyrispurning
Oyggj:
Eysturoy
Torleikastig:
Miðaltúrur
Longd:
6 - 10 KM
Gjógv-Ambadalur, framvið Eggini niðan á Háls og oman í Ambadal

Túrurin byrjar úti á Gjógv. Gjógvin er ein nátúrlig havn, sum er norðast í bygdini. Einasta

stað í landinum, har gangast mátti niðaneftir, tá ið farið varð til útróðrar.

Njótið túrin niðan á Egg tvørtur við berginum. Tit kunnu síggja og hoyra ymiskar fuglar,

so sum lundar og havhestar.

Uppi á Barmi er ein lítil tjørn, og har er sera slætt. Fuglalívið er ríkt , og tú kanst síggja

tjøldur, mýrisnípur, spógvar, láir, kjógvar og skúgvar.

Niðan gjøgnum hagan móti Gráasteini eru umframt fuglar nógvar og ymiskar plantur.

Tvørtur við stikinum niðan á Háls kanst tú uppliva náttúruna bæði gjøgnum eygu og

oyru. Uppi á Hálsi er Keldan – tann tiltikna keldan, har vatnið er ísakalt. Eitt glas liggur

har, so tú kanst fáa tær at drekka.

So heldur leiðin fram, og tú kemur fyrst til Festirstein. Tað verður sagt, at tað er tann

einasti (stóri)steinur, sum er á Dalinum. Navnið Festirsteinur kemur av, at

bjargamenninir goymdu festini undir honum. So er tað onkur, sum sigur, at navnið

kemur av at festa (fáa). Tá ið svartideyði gekk, stóð so illa til á Eiði, at ein genta úr

Funningi (Gjógv) mátti fara til Eiðis at taka sær av teimum sjúku. Hon fekk Ambadal í løn.

So gongur leiðin norður í Heyggj, og hon heldur fram gjøgnum henda stóra og slætta

dalin, har eingin steinpirra sæst. Fuglalívið her er sera ríkt , og tú hoyrir allskins

fuglaljóð.Komin norður á Sið og út á eggina har, kemur hin størsti drangin í Føroyum

undan. Hann eitur Búgvin, og hann er 90 favnar høgur. Tá ið bjørgini vóru býtt millum

gjáarmenn og funningsmenn, tá tóku gjáarmenn tann fuglaríka Búgvan, og

funningsmenn fingu bjørgini.

At enda skulu vit nevna, at fyrr í tíðini gingu neytakonurnar henda langa túrin tvær ferðir

um dagin at mjólka kúmnum. Tær gingu ikki tómhentar. Norður høvdu tær stokkar í

hondunum og tóm biði á bakinum, men á heimvegnum høvdu tær tunga byrðu av mjólk.

Í dag er eingin neytakona, men í staðin ganga í hópatali av ferðafólki her og njóta

náttúruna. Tíðir broytast.

So er túrurin komin at enda, og leiðin gongur sama veg heim aftur. Gingið verður tvørtur

við stikinum oman í Neytaliðið.

Byrjar her: https://mapstreetview.com/#113uvk_-44uaw_1t.0_9g41

Bólkatúrar
Vel dagfesting
Keyp
Prísur 448,00 DKK

Veðrið nú

Gjáarskarð 13,2 m/s 8,9° Sunnan 22,4 m/s 20:20

Bílegg ferðaleiðara

Pól Sundskarð

Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík. Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum. Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól. Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Fá óbindandi prís
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Send fyrispurning

Aðrir túrar í Eysturoy

Borgin, Róvin, Húsafelli, Mjóstíggjur, Altarið, Slætnatindur og Hjarðardalstindur (Hesturin) Fuglafjørður

Borgin, Róvin, Húsafelli, Mjóstíggjur, Altarið, Slætnatindur og Hjarðardalstindur
Les meira

Brigðufelli, Fjallið, Klórarin, Kambur, Slættafelli og Borgarfelli omanfyri Skála og Strendur

Brigðufelli, Fjallið, Klórarin, Kambur, Slættafelli og Borgarfelli omanfyri Skála og Strendur
Les meira

Dalskinsfjall

Dalskinsfjall
Les meira

Eiðiskollur (Borgin)

Eiðiskollur (Borgin)
Les meira

Elduvík Funningsfjørður

Elduvík to Funningsfjørður Eigari Malan Jógvansdóttur Thomsen. 211889
Les meira

Eystnes, Vørðan, Húkslongd, Høganes, Vatnfelli, Gásafelli, Glyvrafjall, Høgaleiti og Hæddin

Eystnes, Vørðan, Húkslongd, Høganes, Vatnfelli, Gásafelli, Glyvrafjall, Høgaleiti og Hæddin
Les meira
Vís fleiri