Út á Draga (Eingilskmannahúsið)

Bólkatúrar
Vel dagfesting
Keyp
Prísur 598,00 DKK
Send fyrispurning
Oyggj:
Svínoy
Torleikastig:
Lættur túrur
Longd:
2 - 5 KM
Besta ætt:
Útsynningur, Vestan
Út á Draga (Eingilskmannahúsið)

Ein vakur og lættur túrur. Kanst tú ganga í haganum, kanst tú ganga henda túrin. Longdin er uml. 2,5 km hvønn vegin.
Túrurin byrjar í bygdini, og gingið verður út á Dragan til útkikkspostin frá seinna heimsbardaga. Eisini verður víst á fleygasessin uttan Draga.
Her høvdu bretar útkikk eftir týskum kavbátum undir seinna heimsbardaga, tá útsýnið er avbera gott av Draganum eystur í hav. Á veg út verður gingið gjøgnum heiðalendi við sera nógvum heiðafugli. Helst eitt tað fuglaríkasta øki í so máta í Føroyum. Eisini síggja vit torvheiðar og gomul torvhús á vegnum.
Av fugli á heiðini kunnu vit síggja og hoyra spógvar, láir, kjógvar, ternu, æðu, summargrátítling, grágás og fleiri másasløg. Í berginum er havhestur, lundi og skarvur.
Í urðunum og fram við landinum heldur tann vakri teistin til. Á vegnum kunnu vit eisini síggja ta serligu føroysku heimagásina, sum víkingarnir høvdu við til Føroya. Og sjálvandi síggja vit seyð, sum liggur á beiti.
Heimafturkomin verður kaffi og te bjóðað.
Túrurin byrjar kl 10.00, tá ið tey ferðandi frá Rituni eru komin heim í bygdina. Ritan siglir úr Hvannasundi kl 8.45.

Á túrinum verður kaffi bjóða. Heimafturkomin verður ein drekkamuður og ein breyðbiti at fáa. (við í prísinum)

https://mapstreetview.com/#112tza_-3ry87_7i.a_5b41

Ferðaleiðarar:

Jógvan Edmund á Geilini

Marius á Geilini

Bólkatúrar
Vel dagfesting
Keyp
Prísur 598,00 DKK
Send fyrispurning

Veðrið nú

Dalavegur til Viðareiðis 8,1 m/s 1,4° Landnyrðingur 11,3 m/s 12:38

Bílegg ferðaleiðara

Pól Sundskarð

Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík. Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum. Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól. Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Fá óbindandi prís
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Send fyrispurning

Aðrir túrar í Svínoy

Svínoy Fjøll:

Svínoy Havnartindur 586m Keldufjall 463m Knúkur, vestari 463m Knúkur 460m Múlin 443m Middagur 422m Eysturhøvdið 344m
Les meira

Út á Dragan frá Svínoyar bygd

Út á Dragan frá Svínoyar bygd
Les meira
Vís fleiri