Drangarnir - Teigarnir
![](/upload/cache/images/7801-8000/5422ec27bc981b2a540d8fb24102756ba5ccd5c9_w160_h100_fC_ha50_va50_afp1.jpg)
![](/upload/cache/images/7601-7800/a1a3823b7b6acfb3c0dc814f6498048d4c5f0e37_w160_h100_fC_ha50_va50_afp1.jpg)
![](/upload/cache/images/7801-8000/2f3d35c0078dab2569b3fd01dbb0a572392cdcba_w160_h100_fC_ha50_va50_afp1.jpg)
![](/upload/cache/images/7601-7800/6d9c7c94b9f030bb91cfcd8080bbb3fe498e07cf_w160_h100_fC_ha50_va50_afp1.jpg)
Túrurin byrjar úti við Effo-støðina, Bakkavegur í Sørvági, Kl. 11.00 og endar á sama stað.
Drangarnir eru ein av teimum heilt serstøku upplivingunum í Føroyum. Drangarnir eru tveir stakkar í sundinum millum Vágar og Tindhólm, nevndir Stóri Drangur og Lítli Drangur.
Á hesi útferð við staðkendum ferðaleiðara, kann eisini tú síggja Drangarnar við tínum egnum eygum. Ferðin byrjar í Sørvági, og ferðaleiðarin gongur gjøgnum haga sín til útsýnið yvir Drangarnar. Hetta er ein miðaltungur túrur.
Ansni fyri náttúruni, seyðinum og djóralívinum annars í haganum er sera umráðandi. Hagin er fyrst og fremst bit og tilvakstrarstað hjá seyðinum og øðrum djóralívið við. Tí er umráðandi, at tey sum ganga í haganum halda seg til gøturnar og ansa eftir at órógva seyðin og náttúruna sum minst.
Sambært lóg krevst samtykki frá eigaranum at ganga í haganum.
Ferðaleiðari er Beinir Guttesen +298 25 03 29
Eigari av haganum er Gutti Guttesen +298 22 30 72
https://mapstreetview.com/#10yejd_-4coam_7i.a_5g41
Veðrið nú
Bílegg ferðaleiðara
![](/upload/cache/images/7601-7800/c4066150bb96acc5121a9930b0ed19e1eb325380_w600_h408_fC_ha50_va50_afp1.jpg)