Skopun: Lokloysi

Send fyrispurning
Oyggj:
Sandoy
Torleikastig:
Tungur túrur
Longd:
6 - 10 KM
Eitt satt paradís

Ferðin/ túrurin byrjar á kajuni. Gingið verdur norður eftir vegnum til hann endar í Høvdahaga, síðani verður farið av vegnum niðan brekkuna, niðan á Eggjar.

Víð Eggjar kann tann ferðandi njóta stórfingna útsýnið yvir á Trøllhøvda, Hestur, Koltur og Vágar, meðan gingið verður undan brekkuni eftir Neytastýggi til Lokloysi.

Lokloysi er ein 400m høgur høvdi við sera virknum fuglameingi. Av sonnum ein undranarverd og ógloymandi uppliving.

Teistin siglur kl. 9:45 av Gomlurætt til Skopun, har ferðaleiðarin Karlot Petersen telefon 254634 og Anni Don Jacobsen 220342 taka ímóti.

https://mapstreetview.com/#10utn4_-43msl_7i.a_5f41

Send fyrispurning

Veðrið nú

Sandoy,á Brekkuni Stóru 1,6 m/s 8,4° Landsynningur 2,7 m/s 12:04

Bílegg ferðaleiðara

Pól Sundskarð

Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík. Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum. Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól. Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Fá óbindandi prís
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Send fyrispurning

Aðrir túrar í Sandoy

Sandoy eystur: Knúkur, Fjallið, Skorarnar, Varðabrúgvin, Tindur, Pætursfjall, Skálhøvdi og Heiðafjall

Sandoy eystur: Knúkur, Fjallið, Skorarnar, Varðabrúgvin, Tindur, Pætursfjall, Skálhøvdi og Heiðafjall
Les meira

Sandoy vestur: Gleðin, Endin, Eiriksfjall, Kneysurin, Vørðan, Bøllufjall og Skálhøvdi

Sandoy vestur: Gleðin, Endin, Eiriksfjall, Kneysurin, Vørðan, Bøllufjall og Skálhøvdi
Les meira

Skálhøvdi

Skálhøvdi
Les meira

Skarvanes - Dalur

Skarvanes - Dalur
Les meira

Skúvoyarfjall, Nakkurin, Stórafjall og Vestfelli

Skúvoyarfjall, Nakkurin, Stórafjall, og Vestfelli
Les meira
Vís fleiri