Streymoy; Fjallið millum Botna

Send fyrispurning
Oyggj:
Streymoy
Torleikastig:
Miðaltúrur
Longd:
6 - 10 KM
Streymoy; Fjallið millum Botna

Fjallið millum botna (690m)

Sera vakurt útsýni

Takkað verið vegnum niðan á Sornfelli, kunnu vit koyra niðan á umleið 600 metra hædd. Her er eitt stórt og gott pláss at seta bilin (mynd) Her møtast vit. Hetta plássið er eisini sera nógv vitja tá hugt verður eftir sólsetri. Tað er góður møguleiki fyri at fáa vakrar sólseturmyndir, tá vit koma aftur frá okkara túri.

Tað er eitt sindur bratt við hvørt, so vit mugu hava góðar skógvar. Vit ganga til fjallið, og fara niðan á tað frá eystursíðuni. At koma upp á hetta ”lítla” fjall, er eitt upplivilsi. Vakurleikin, sum brádliga kemur til skjóndar, má upplivast. Vit síggja millum annað allar sunnaru oyggjarnar, Suðuroy, lítlu og stóru Dímun, Skúvoy, Sandoy, Heystoy, Koltur, og dreymakendu Vágar.  Vit síggja eisini fleiri av norðaru oyggjunum.

 Vit dvølja her í einar 15 - 20 min, áðrenn vit fara avstað aftur.

Túrurin er ikki tungur, men onkuntíð ganga vit í brattlendi.

Túrurin er umleið 2 - 2,5 tímar

https://mapstreetview.com/#10ye0m_-44t58_7i.a_5g41

Send fyrispurning

Veðrið nú

Norðradalsskarð 2,6 m/s 5,6° Sunnan 6,0 m/s 19:45

Bílegg ferðaleiðara

Pól Sundskarð

Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík. Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum. Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól. Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Fá óbindandi prís
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Send fyrispurning

Aðrir túrar í Streymoy

Argir Kirkjubø

Argir Kirkjubø, Túrurin byrjar við skúlan á Argjahamri,
Les meira

Borgin, Kopenni, Diriðsendi (Malaknúkur) Torrskorarhorn og Pætursfjall

Borgin, Kopenni, Diriðsendi (Malaknúkur) Torrskorarhorn og Pætursfjall
Les meira

Dyllan, Vørufjall, Árnadalstindur, Bøllufjall, Gívrufjall og Navirnar

Dyllan, Vørufjall, Árnadalstindur, Bøllufjall, Gívrufjall og Navirnar
Les meira

Egilsfjall og Gásafelli

Set bilin við tað stóra parkeringsplássi á landsvegnum omanfyri Kvívík.
Les meira

Fjallið, Hægstafjall, Vatnfelli, Gásafelli, og Lómfelli

Fjallið, Hægstafjall, Vatnfelli, Gásafelli, og Lómfelli
Les meira

Fyri Vestan

Les meira
Vís fleiri