A Stakkurin Tjørnuvík

Bólkatúrar
Vel dagfesting
Keyp
Prísur 748,00 DKK
Send fyrispurning
Oyggj:
Streymoy
Torleikastig:
Tungur túrur
Longd:
6 - 10 KM
Besta ætt:
Landsynningur, Sunnan
Stakkurin

Túrurin byrjar í bygdini Tjørnuvík, norðast á Streymoynni. https://mapstreetview.com/#1132mx_-497bn_7i.a_5g41

Saman við ferðaleiðaranum verður gingið eftir gøtuni niðan á Torvadal. Har verður ein lítil steðgur og møguleiki at njóta vøkru náttúruna og útsýnið yvir á Slættaratind, sum er hægsta fjall í Føroyum.

Síðan verður gingið niðan á Kambin og vestur á Skoradalsheyggin, haðan tað sæst um allar Sjeyndir.

Av Skoradalsheygginum verður gingið oman í Stakssund, har farið verður í kassan og eftir stronginum út í Stakkin.

Komin út í Stakkin verður møguleiki at sleppa oman í húsið at eta matpakkan, sum tit fáa við tykkum. Saman við matpakkanum kann útsýnið inn í Sjeyndir, á Mýling og eystur á Kalsoynna njótast.

Eftir at matpakkin er etin, verður farið inn á Skoradal, og gingið verður heim aftur.

Tá ið komið er aftur til Tjørnuvíkar, ber til at keypa sær kaffi og vaflur í tí hugnaligu bygdini.

Túrurin er egnaður til børn í skúlaaldri.


Bólkatúrar
Vel dagfesting
Keyp
Prísur 748,00 DKK
Send fyrispurning

Veðrið nú

Bílegg ferðaleiðara

Pól Sundskarð

Pól er føddur 1957 og er uppvaksin á Nýggjavegi í Klaksvík. Longu frá ungum árum útmerkaði Pól seg sum ítróttarmann á fleiri ítróttargreinum. Áhugin fyri renning á “ekstremum” støði byrjaði seint í lívinum hjá Pól. Í 2015 rann Pól 526 km eftir fimm døgum, og sama ár vitjaðu hann og konan Bjørg, sum fyrsta par í Føroyum, allar teir 340 føroysku fjallatopparnar.
Fá óbindandi prís
Við ferðaleiðara ert tú altíð tryggur á veg.
Send fyrispurning

Aðrir túrar í Streymoy

Argir Kirkjubø

Argir Kirkjubø, Túrurin byrjar við skúlan á Argjahamri,
Les meira

Borgin, Kopenni, Diriðsendi (Malaknúkur) Torrskorarhorn og Pætursfjall

Borgin, Kopenni, Diriðsendi (Malaknúkur) Torrskorarhorn og Pætursfjall
Les meira

Dyllan, Vørufjall, Árnadalstindur, Bøllufjall, Gívrufjall og Navirnar

Dyllan, Vørufjall, Árnadalstindur, Bøllufjall, Gívrufjall og Navirnar
Les meira

Egilsfjall og Gásafelli

Set bilin við tað stóra parkeringsplássi á landsvegnum omanfyri Kvívík.
Les meira

Fjallið, Hægstafjall, Vatnfelli, Gásafelli, og Lómfelli

Fjallið, Hægstafjall, Vatnfelli, Gásafelli, og Lómfelli
Les meira

Fyri Vestan

Les meira
Vís fleiri