Ferðaleiðarar frá hiking.fo

Tað eru 340 fjøll í Føroyum. Tað hægsta er Slættaratindur, ið er 880 metur, og tað lægsta er Fjallið í Koltri, ið einans er 101 metrar høgt.

Tað er eingin í Føroyum, ið hevur gingið so nógv á hesum 340 føroysku fjøllunum sum Pól Sundskarð. Hann kennir leiðirnar út og inn. Og hann hevur møtt nógvum staðkendum fólki á sínum ferðum, og hevur knýtt samband við tey. Og bæði Pól, og fleiri av teimum lokalu staðkendu vilja fegin hjálpa tær upp á hægstu tindar landsins.

Eitt mát, ið fleiri føroyingar hava sett sær er tað sokallaða Topp 10, - ið er at náa toppin á tíggju av teimum hægstu fjøllunum í Føroyum.

Tey eru hesi:

  1. Slættaratindur, Eysturoy, 880m
  2. Gráfelli, Eysturoy, 856m
  3. Villingadalsfjall, Viðoy, 841m
  4. Kúvingafjall, Kunoy, 830m
  5. Teigafjall, Kunoy, 825m
  6. Kunoyarnakkur, Kunoy, 819m
  7. Havnartindur, Kunoy, 818m
  8. Urðafjall, Kunoy, 817m
  9. Middagsfjall, Kunoy, 805m
  10. Svartbakstindur, Eysturoy, 801m

Hetta verður her nevnt, bert fyri at vísa á eitt mál, ið ein sum fjallagongufólk kann seta sær.

Tað eru helst fleiri av okkum, ið ikki vita, hvar hesi fjøll eru, ella hvussu tey skulu gangast.

Hevur tú sett tær sum mál, at vitja Topp 10, antin áleienaður, ella sum partur av einum bólki, so kann tað vera eitt hugskot, at seta seg í samband við www.hiking.fo, og fáa eina ráðgeving um, hvussu ein tílík gongutilgongd skal skipast.

Skal tað vera yvir longri tíð, ella avmarkað til fáar dagar  - ella tímar?

Hvat er málið, og hvør er málbólkurin.

Hiking.fo hevur samand við røttu ferðaleiðararnar, ið meiri enn fegin vilja hjálpa tykkum við at náa tí máli, ið sett verður.

Setið tykkum ísamband við www.hiking.fo, og ger eina avtalu um, hvussu hetta best kann samskipast í samsvar við ta ætlan, ið tú, - ella tit, hava sett. Tá fæst eisini at vita, hvørji serlig atlit eru at taka, og hvør samsýning skal gjaldast til teir ymisku ferðaleiðararnar kring landið.

Tað ber eisini til at gera avtalu við hiking.fo um aðrar skræddaraseymaðar túrar í Føroysku náttúruni,  - men felagsnevnarin er, at talan er um at ganga á teimum 340 fjøllunum, ið okkara vakra land hevur at bjóða.

Fjøll í Føroyum flokkað eftir oyggj